Brøndby velur eisini Unicef

Danska fótbóltsfelagið, Brøndby IF, skrivaði í dag undir sáttmála við Unicef. Sáttmálin tryggjar heimsumfatandi hjálparfelagsskapinum lýsingapláss á bringuni á spælaratroyggjuni hjá Brøndby, sum annars er vanligt at vera høvuðsinntøkan hjá fótbóltsfeløgum. Í staðin fyri at krevja pengar fyri góða lýsingaplássið, hevur Brøndby bundið seg sjálvt at lata 10 milliónir til Unicef yvir sáttmálatíðarskeiðið, sum er fimm ár.

Áðrenn hetta hevur einki minni enn FC Barcelona valt at nýta sama mynstur, meðan Hammarby úr Svøríki var fyrsta land í norðurlondum, sum framdi hesa góðgerð.

 

Samstundis sum Brøndby skrivaði undir sáttmálan við Unicef í dag, skrivaðu teir sáttmála við Kasi Group. Ein sáttmáli, sum tryggjar Brøndby yvir 100 mió. kr. tey næstu fimm árini.