Tað var FCK, sum hevði mesta spælið, men Brøndby skoraði einasta málið, tá tey bæði donsku stórfeløgini leygardagin spældu innan hýsis uppgerð í royal League. Hóast nýggi brasiliumaðurin hjá FCK, Ailton, sýndi stórspæl, so megnaði FCK ikki at umseta møguleikarnar til mál, og ístaðin kundi Martin Ericsson avgera dystin, tá hann slapp leysur móti málinum hjá FCK.










