Tað var Daniel Wass, sum skoraði beinleiðis uppá innlegg, sum hann sendi innfyri úr vinstru. Frísparkið fór beinleiðis í handara málhorn, og málverjin Meinhard Joensen skuldi havt vart fyri innlegginum.
Í yvirtíðini økti Brøndby, tá Samuel Holmén setti bóltin í netið. Innlegg kom úr vinstru og við handaru stong varð hann stútaður mitt inn fyri málið, har sviin hjá Brøndby lættliga kundi leggja bóltin í tóma málið.
Sigurin hjá Brøndby var uppiborin, men havnarfólk iðra seg serliga nógv um fyrra málið, sum í roynd og veru avgjørdi dystin.