Danmark
Finaludysturin í donsku kappingini fyri eykalið varð leiktur týskvøldið, tá Brøndby spældi ímóti FC Midtjylland.
Hetta var onnur ferðin, at Jón Rói Jacobsen hevði møguleika at royna seg í dystin, síðani hann kom til danska stórfelagið, og eins og seinast, so var føroyski landsliðsleikarin við frá fyrsta bríksli.
Tveittu alt burtur
Og leingi var líkt til, at Jón Rói eftir bert tveir dystir skuldi ogna sær fyrsta gullmerkið í gulu troyggjuni. Brøndby sat á dystinum frá fyrsta bríksli, og longu eftir hálvum tíma vóru teir tvey mál framman fyri. Rafal Miznik og Thomas Lindrup skutu málini.
Á tímanum eydnaðist tó brádliga FCM at skjóta tvey mál innan tveir minuttir, men tá Peter Foldgast lítla løtu seinni legði Brøndby á odda aftur, roknaðu tey flestu við, at avgerðin var follin. Jútlendingarnir stríddust tó manniliga, og fimm minuttir fyri leiklok eydnaðist teimum at javna.
Hetta gjørdi tað neyðugt við umdysti, og tá einki mál kom í hesum, stóð brotssparkskapping á skránni. Her misnýttu Thomas Lindrup og Thomas Hansen tær báðar fyrstu royndirnar hjá Brøndby, og tá so FCM skoraði upp á fýra av sínum fimm royndum, stóð greitt, at gullið fór til Jútlands.