SUPERLIGAN
Hósdagin vann Brøndby donsku steypakappingina. Tað gjørdu teir eftir longda leiktíð moti FCM. At spælararnir sinniliga og kropsliga vóru serliga troyttir bar við sær, at Brøndby venjarin, Michael Laudrup, undan vikuskiftinum segði seg vera væl nøgdan, um munurin frá Brøndby og aftur til FCK eftir vikuskiftið var tann sami, sum hann var undan vikuskiftinum.
Eftir vikuskiftið er munurin eitt stig størri, enn hann var, og tí var Brøndby venjarin væl nøgdur, eftir at Brøndby á Odense stadion hevði spælt 1-1 móti OB, sum ikki hevur vunnið higartil í vár.
Undan vikuskiftinum hevði Michael Laudrup roknað við, at FCK fór at tryggja sær trý stig í Parkini, har Silkeborg vitjaði. Silkeborg hevði ikki tapt í seks dystum á rað. Hesa ferð vunnu teir 1-0, og harvið steðgaði sigursrøðin hjá FCK, sum hevði vunnið sjey ferðir á rað.
Sjey umfør eru eftir av hesum kappingarárinum. 2. hvítusunnudag skal FCK spæla í Brøndby. Áhugin er so mikið stórur, at øll atgongumerkini eru seld. FCK hevur knívin á barkanum. Um teir framvegis skulu hava møguleika at vinna DM, so er alneyðugt hjá teimum at vinna øll stigini. Um Brøndby vinnur trý stig, so verður munurin átta stig millum stóru kappingarneytarnar, og so verður ilt at ímynda sær, at talan verður um stórvegis kapping um DM seinastu seks umførini.
AaB hevur togað seg fram á triðja plássið. Í Danmark verður mett, at teir í Aalborg eiga besta liðið, síðani teir í 1999 við núverandi FCK venjaranum, Hans Backe, við róðrið, vóru meistarar. Hesa ferð vann AaB á heimavølli 3-1 á AGF, sum í longum løtum var heilt niðurspælt.
FCM megnaði hvørja ferð í tjúgu teimum fyrstu royndunum á nýggja stadion í Herning at fáa stig. Nú hava teir tapt tvær ferðir á rað. Hesa ferð taptu teir 2-1 fyri Viborg, sum er á sætta plássinum og framvegis er við í kappingini um Royala fjórða plássið.
FCM, sum í vetrarsteðginum var nummar tvey, heldur hóast tvey tap á rað, tørn um fjórða plássið. Men kappingin er stór frá Esbjerg, sum rættuliga er komið fyri seg. Hesa ferð vunnu teir á heimavølli 3-1 á FCN, sum legði seg á odda í 12. minutti, men bara var frammanfyri í ein minutt. Tá ið hálvur tími var farin, varð ein av FCN monnunum vístur av vøllinum fyri at hevna seg. Venjarin og liðfelagarnir vóru so fortørnaðir inn á mannin, sum hevndi seg, at tað varð tosað um, at hann skal blakast úr felagnum.
FCN stríðist fyri at sleppa undan at flyta niður. Teir eru á niðurflytingarplássi saman við Herfølge. Gamla meistarafelagið hjá Jákupi Mikkelsen var í Randers, har úrslitið var 1-1. Randers er einasta felagið, sum Herfølge og FCN hava møguleika at fáa aftur. Á hvítusunnu sær skráin í superliguni soleiðis út: Silkeborg-FCM spæla hvítusunnudag, og 2. hvítusunnudag verður spælt soleiðis: OB-Randers, Viborg-Esbjerg, AGF-Herfølge, FCN-AaB og Brøndby-FCK.