Danska superligaliðið Brøndby hevur stórar trupulleikar við at vinna dystir á útivølli. Sunnudagin fingu teir ein nýggjan kjans í dysti ímóti Horsens. Heimaliðið legði bragdliga fyri og kom fram um 2-0. Teir á Brøndby-liðnum góvu ikki upp, og teir megnaðu at vinna seg innaftur á Horsens. Seinasta partin av dystinum fall alt til jarðar, tí Horsens gjørdi tvey mál afturat og vann sostatt 4-2. Brøndby liggur sum nummar 9 av 12 liðum í superliguni.









