Ungi Rasmus Falk Jensen legði OB á odda í fyrra hálvleiki, og hóast Brøndby IF bankaði á dyrnar í seinna hálvleiki, so var tað OB, sum tók av sínum møguleikum og at enda fekk ein tryggan 3-0-sigur í hús. Emil Larsen og Hans-Henrik Andreasen stóðu fyri hinum báðum málunum.
Føroyski René S. Joensen var ikki við í Brøndby-hópinum hesaferð. Alsamt størri trýst verður nú lagt á Brøndby-venjaran, Auri Skarbalius, sum eyðsæð hevur stórar trupulleikar við at lyfta liðið av aftasta plássinum. Í eini roynd at betra um støðuna hevur Brøndby tilknýtt John Faxe Jensen í venjaratoymið, og meta danskir miðlar eisini, at hann stendur fremstur í røðini sum møguligur avloysari hjá Auri Skarbalius.










