Brøndby-spælarar til hendurs

Tað gongur illa hjá danska stórfelagnum Brøndby. Liðið hevur bert vunnið ein dyst í superliguni í ár, og tað er ikki nógv, tá ið umførini hava verið 9 í tali. Brøndby hevur seks stig og liggur næstaftast í superliguni. Undir dystinum ímóti AaB í gjár komu tveir av Brøndby-spælarunum til ilnar. Álopsspælararnir Peter Madsen og Morten Rasmussen fóru til hendurs, og liðfelagar máttu leggja ímillum.