Brøndby nýtti ólógligan spælara

Í Viasat Cup, sum donsku feløgini spældu seint í vár, er Brøndby nú dømt at tapa dyst á skrivaraborðinum. Dysturin hja´Brøndbby móti Esbjerg endaði annars við 2-2 javnleiki. Málini hjá Brøndby vórðu bæði skotin av David Williams, men hesin er ikki skrásettur hjá Brøndby í vaksnamannarøðini. Og tað hevur nú havt við sær, at Brøndby er dømt at tapa dystin.