Brøndby misti takið

Brøndby mátti taka til takkar við javnleiki móti Silkeborg mánakvøldið

Úrslitið hevur við sær, at Jákup Mikkelsen og Herfølge nú eru trý stig framman fyri Brøndby, nú bert trý umfør eru eftir í donsku superliguni.

Sostatt tykist tað vera alt meira sannlíkt, at lítla felagið, sum av mongum varð mett at noyðast eina deild niður, endar kappingarárið á ovastu rók, og harvið stendur við møguleikanum at spæla seg fram til UEFA Champions League komandi ár.