Tað er danska heimasíðan, bold.dk, ið ber tíðindini fram. Talan er um 22-ára gamla Kasper Schultz, sum er uppvaksin í danska stórfelagnum, Brøndby IF.
-Tað er rætt, at eg havi gjørt eina avtalu við FC Suðuroy fyri teir komandi tríggjar mánaðirnir. Teir manglaðu ein miðverja og nú skal eg royna at hjálpa teimum úr niðurflytingarvandanum, sigur Kasper Schultz við bold.dk.
Kasper Schultz valdi í feburar at taka ein steðg frá fótbólti. Hann vandi við Vanløse í eina viku, tá hann segði at hugurin til at spæla fótbólt ikki var til staðar. Hóast tað, so er Kasper Schultz ikki bangin fyri at detta niður ímillum í føroysku kappingini.
- Nei, tað geri eg ikki. Eg havi vant við BK Glostrup Albertslund og eg havi fingið at vita, at føroyska kappingini er á støðið við donsku 2.deild, men nú fáa vit at síggja, sigur Kasper Schultz.
Tað er fyrrverandi VB leikarin, Brian Andresen, ið hevur staðið fyri skiftinum hjá Kasper Schultz.
- Eg flúgvi til Føroyar í dag og skal spæla dyst í morgin. Enn veit eg ikki hvat eg skal tá eg eina ferð komi heimaftur. Kanska haldi eg bara fram í Føroyum, ella eg fari aftur til BK Glostrup Albertslund. Tað kann eisini verða, at eg fari at spæla á hægri støðið í Danmark aftur, sigur Kasper Schultz at enda við bold.dk.
FC Suðuroy tekur í morgin ímóti ÍF.









