Brøndby kiksaði ímóti Christian Høgna

Spenningurin um DM er ikki heilt burtur, og í botninum lyfti Vejle sær eitt vet longri burtur frá niðurflytingarstrikuni

SUPERLIGAN

Tað gekk ikki, sum teir høvdu ætlað, tá oddaliðið í superliguni, Brøndby, sunnudagin var í Vejle. Úrslitið var 1?1. Brøndby er framvegis nógv fremst. Men munurin aftur til FCK minkaði til sjey stig. Tað er nógv, og alt bendir framvegis á, at Brøndby verður meistari. Men møguleikin, fyri at FCK skal fáa teir aftur, vaks eitt sindur. Kanska verður tað heilt spennandi, tá FCK í næstsíðsta umfarinum fær vitjan av Brøndby. Tað er í sambandi við tann dystin, at Sosialurin saman við Atlantic Airways skipar fyri ferð til Keypmannahavnar.
Christian Høgni Jacobsen var í Vejle álopinum frá fyrsta bríksli. Hann spældi í ein tíma. So varð hann skiftur út, og hann fær eitt sjey tal fyri sítt avrik. Vejle var alla tíðina verjukent, og teir royndu miðvíst at fáa ferðina niður. Harvið noyddust álopsspælararnir at arbeiða nógv einsamallir, tí teir fingu lítlan stuðul frá aftaru monnunum. Tað er ikki altíð so hugaligt, og tað sæst ikki altíð so nógv eftir, men tað eru korini, tá tú ert í álopinum hjá einum undirtippaðum liði, sum spælir ímóti oddaliðnum.
Fimm minuttir eftir útskiftingina kom Brøndby á odda. Ruben Bagger skoraði málið, og so var Brøndby mest hugað fyri at verja tepru leiðsluna og harvið at fáa øll stigini við aftur til hús. Tað eydnaðist ikki. Tveir minuttir undan dystarenda stútaði Jan Sønksen í málið aftanfyri Mogens Krogh. Í Vejle leguni vóru teir sera væl nøgdir við at hava fingið eitt stig ímóti oddaliðnum. Tað hevði við sær, at gloppið niður til strikuna vaks frá einum og til tvey stig.

AGF illa statt
Í síðstu viku fekk venjarin hjá AGF, John Stampe, sekkin. Liðið hjá honum hevði í fyrstu fimm dystunum eftir vetrarsteðgin bara skorað eitt mál. Tað var ikki nóg mikið, og so fekk unglingavenjarin Hans Petersen møguleikan í heita stólinum.
Á heimavølli ímóti FCM eydnaðist tað AGF at skora tvey mál. Men tað var ikki nóg mikið. FCM vann 3?2. Sigursmálið fingu teir, tá tað restaðu fýra minuttir. Harvið noyddust teir í AGF enn eina ferð at ásanna, at botnliðini sjáldan hava marginalirnar á sínari síðu. Nú sær tað svart út hjá stórliðnum í Århus. Í annaðkvøld skulu teir spæla á útivølli ímóti Brøndby, og sunnudagin fáa teir vitjan av AaB, sum er á bronsuplássinum.
AaB vann sunnudagin tepran og sera týdningarmiklan sigur í Esbjerg. Einasta málið skoraði Mikkel Beck, tá tað restaðu tríggir minuttir av fyrra umfarinum. At Mikkel Beck skoraði mundi kennast sum ein stórur lætti ? bæði hjá spælaranum og í felagnum sum heild. Mikkel Beck varð í vetrarsteðginum leigaður úr franska felagnum Lille. Ætlanin var, at hann skuldi skora málini, sum AaB í heyst hevði trupulleikar at fáa burturúr møguleikanum. Málið í Esbjerg var tað fyrsta hjá Mikkel Beck, síðani hann kom til AaB.
Støðan hjá AGF gjørdist uppaftur verri av, at tað eydnaðist Silkeborg at megna 1?1 á heimavølli ímóti AB. Lyngby legði hesa ferð á heimavølli rygg til 5?1 tap ímóti Viborg.
Í annaðkvøld sær skráin soleiðis út: AB?Esbjerg, AaB?Vejle, Brøndby?AGF, FCM?FCK, OB?Lyngby og Viborg?Silkeborg. Sunnudagin sær skráin soleiðis út: AGF?AaB, Esbjerg?Viborg, Lyngby?FCK, Silkeborg?OB, Vejle?AB og Brøndby?FCM.