Brøndby kiksaði aftur

Nú er tað bara málúrtøkan, sum heldur FCK frá oddasessinum, sum Brøndby hevur átt, síðani fyrsta umfarið

Tað eru trý umfør eftir at superliguni, og tað er so spennandi sum ongantíð áður. Brøndby hevur verið oddalið alla tíðina. Nú resta trý umfør, og teir gulu og bláu eru fremvegis oddalið. Men munurin aftur til FCK er lítil. Bæði liðini hava 62 stig. Brøndby hevur +26 mál, og FCK hevur +21 mál.
Umframt innanhýsis stórdystin í Parkini annan sunnudag er skráin henda: Brøndby skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti OB, og í síðstu umfarinum bíða trý ókeypis stig, tí tá fáa teir vitjan av Lyngby. FCK skal spæla í Århus sunnudagin, og í síðsta umfarinum skulu teir spæla í Ålborg.
Mikukvøldið fekk Brøndby bara eitt stig í Viborg. Teir komu á odda, tá ein lítil hálvur tími var farin. Viborg javnaði eina lítla løtu seinni, og heimaliðið hevði meiri spæl og størri møguleikar. At Brøndby fekk eitt stig burturúr, skulu teir fyrst og fremst takka málverjanum, Mogens Krogh, fyri. Hann var ein sannur brandur.
Hetta var fyrsta ferðin, síðani Tom Køhlert gjørdist venjari, at Brøndby ikki vann. Sunnudagin standa teir aftur fyri stórari avbjóðing. Tá fáa teir vitjan av OB, sum hevur staðið seg sera væl í vár. Mikukvøldið vann OB 5?0 á heimavølli ímóti niðurflytingarhótta AGF. Stóri maðurin hjá OB var toppskjúttin í superliguni, Kasper Dalgas. Fyrrverandi Vejle spælarin skoraði trý tey fyrstu málini. Hetta var triðja ferðin í hesum kappingarárinum, at hann skoraði hattrikk.


Einki serligt
Avrikið hjá FCK í Parkini var einki serligt. Í fyrra hálvleiki kom einki mál. Tættast við var Todi Jónsson, tá hann úr stórari fjarstøðu sendi rimmar langskot í stólparótina.
Fýra minuttir eftir steðgin varð Klaus Eskildsen vístur av vøllinum. Hann fekk gult kort fyri at fella ikki serliga eyðsýnda Zuma, og tá hann frammanundan hevði fingið eitt gult kort, kom reyða kortið úr dómaralummanum.
Vejle stríddist manniliga, sjálvt um teir mistu ein mann. Teir vóru óhepnir at gera sjálvmál í 65. minutti, men fimm minuttir seinni javnaðu teir. Kern Lyhne smekkaði flatt úr 16 metrum, eftir hornaspark og út frá bólt. Og so var tað Todi Jónsson gjørdi um seg.

AaB steðgað upp
AaB tapti sunnudagin 1?0 á heimavølli ímóti FCM. Mikukvøldið var AaB í Gladsaxe. AB, sum sunnudagin legði rygg til 5?0 tap ímóti Brøndby, vann 1?0. Tað hevur gingið syndarliga illa hjá AaB í vár. Eftir at hava verið við í stríðnum um DM eru teir nú dotnir niður á fimta plássið. Trýstið á venjaran er økt, men í leiðsluni undirstrika teir, at Peter Rudbæk verður eisini venjari sunnudagin.
Burtursæð frá svipsaranum í Brøndby sunnudagin hava teir í AB staðið seg væl á vøllinum í vár. Verri var við skriviborðsbrølaranum í dystinum ímóti Vejle.
FCM er so mikið væl fyri, at teir eru við í kappingini um bronsuna, og tað eru góðir møguleikar fyri, at teir annað árið á rað fara at spæla seg í UEFA Cup. Mikukvøldið vóru teir í Silkeborg, har heimaliðið stríðist fyri lívinum í bestu deildini. Dysturin var sera undirhaldandi, og FCM vann 3?2.
Esbjerg var í Lyngby. Gestirnir høvdu bóltin nógv størsta partin av tíðini, og teir skoraðu tvey mál.