Brøndby keypir íslending

Brøndby váttaði í gjárkvøldið, at felagið hevur gjørt sáttmála við íslendska álopsspælaran Hannes Sigurðsson. Hannes hevur spælt fyri enska felagið Stoke, men hann fer nú at royna seg í donsku superliguni. Tveir av álopsspælarunum hjá Brøndby eru skaddir í longri tíð, og millum annað tað hevur fingið Brøndby at keypa ein nýggjan álopsspælara. Hannes Sigurðsson er 23 ára gamal, og hann hevur bert gjørt eitt mál fyri Stoke í 29 dystum.