Superliga
Tað er øgiligt at fáa oyruni í væl smurdu fótbóltsmaskinuna hjá Brøndby. Christian Høgni Jacobsen er ikki enn komin á besta liðið hjá Esbjerg, men kanska verður tað ikki so leingi. At hann ikki var við sunnudagin, man hann leggja lítið í.
Esbjerg hevði vitjan av Brøndby. Tað savnaði 9.334 áskoðarar. Hetta var størsta talið sunnudagin. Brøndby vann 7?0, og tað sigst vera størsti útisigurin í søguni hjá tíggju ára gomlu superliguni.
Søgan var næstan sum tá B71 næstsíðsta sunnudag á heimavølli legði rygg til 5?0 tap ímóti B68. Í 1. hálvleiki fekk Brøndby trý mál. Kortini var tað Esbjerg, sum hevði bóltin mest. Brøndby hevði fýra málmøguleikar, og teir skoraðu trý mál!
Estlendingar gera um seg
Í Vejle vóru 4.306 áskoðarar. Teir sóu, at AaB er væl fyri. Gestirnir vunnu 3?1. Øll málini hjá teimum vórðu skorað av estlendskum landsliðsspælarum. Andres Oper skoraði tvær ferðir, og Indrek Zelinski skoraði eitt mál.
AaB er saman við Brøndby á odda í superliguni, meðan Vejle savnar sítt stríð um at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Mest umrødda felagið í Danmark síðstu vikurnar hevur verið Lyngby. Spælararnir og venjarin hava í orðsins rætta týdningi ikki vitað, um teir hava verið keyptir ella seldir. Felagið eigur ongar pengar, og Farum borgarstjórin, Peter Brixtofte, vil so fegin flyta superliguliðið til sín bý, sítt felag og sítt stadion.
Men á vøllinum hilnast eftir umstøðunum væl hjá Lyngby. Teir eru einasta felagið í superliguni, sum ikki hevur tapt, nú seks dystir eru spældir. Sunnudagin høvdu teir vitjan av verjukenda Viborg, og bæði liðini vóru nøgd við 2?2 javnleikin.
Todi er við aftur
Sæð við føroyskum eygum var mest spennandi dysturin í superliguni í Silkeborg, har heimaliðið er illa fyri, eftir at teir hava selt fleiri av bestu spælarunum.
FCK hevur áður ofta havt tað trupult í Jyllandi, men tað tykist vera ein farin tíð. Dysturin var ikki serliga væl spældur, men FCK vann 2?0. Christian Poulsen í 64. og Niclas Jensen í 87. minutti skoraðu málini.
Todi Jónsson var á vøllinum allar 90 minuttirnar og fekk harvið týdningarmikla dystarvenjing. Skoðsmálið, sum hann fær í donsku miðlunum, er um miðal, ella tað sama, sum flestu liðfelagarnir fáa. Todi hevði ikki nakran serligan upplagdan møguleika.
Zuma var ikki á FCK liðnum hesa ferð, og Heine Fernandez var heldur ikki við. Álopsfelagið hjá Toda var Morten Bisgaard, sum er ein av spælarunum, sum FCK hevur keypt í summar. Bisgaard hevði fleiri møguleikar at skora mál, men hann var ikki nóg avgjørdur.
Tað er sjáldan, at FCK spælir frammanfyri bara 2.192 áskoðarum.
Eingin Johan
Í Odense møttu 4.380 áskoðarar til útidystin ímóti FCM. Útiliðið skoraði í 6. og 31. minutti. OB fekk einki mál. Teir spældu í ein tíma við tíggju monnum, tí Andrew Rembo varð rikin av vøllinum.
Í hesi vikuni kemur Johan B. Hansen til Føroya at vera við í tveimum landsdystum. Hann fær ikki dystarvenjing á besta liðnum hjá OB.
Tað sigst í donskum fjølmiðlum, at ein av liðfeløgunum hjá Toda, Thomas Thorninger, kanska er á veg til FCM. Sáttmálaskeiðið hjá honum í FCK er liðugt á nýggjárinum. Spælarin ásannar, at hann hevur tosað við samanlagda jyska felagið, men honum dámar væl at vera í FCK, og tí kann tað framvegis hugsast, at hann verður verandi liðfelagi hjá Toda ? um leiðslan í FCK er áhugað í tí.
Bara 1.728 áskoðarar vóru í Gladsaxe, har AGF tvífaldaði um stigatalið ? úr einum og upp í tvey. Keðiligi dysturin endaði málleysur. Komandi vikuskifti verður ikki spælt í superliguni. Sum alla aðra staðni í Europa, so eru HM undankappingar dystir á skránni í Danmark.