FCK tók eitt risa-fet móti danska meistaraheitinum, tá teir sunnudagin vundu burtur úr Brøndby í danska fótbóltsklassikaranum. Jesper Grønkjær, Ailton (2) og Oscar Wendt stóðu fyri málum í einum 4-0 sigri, ið mest sum eyðmýkti gulu spælararnar hjá Brøndby. Við sigrinum er FCK tvey stig framman fyri Brøndby, nú tveir dystir eru eftir at spæla í superliguni.










