Eftir eina rættiliga slaka byrjan uppá várhálvuna er Brøndby aftur á røttu kós. Í einum vælleiktum dysti í Gladsaxe móti AB vann Brøndby við tveimum málum móti einum. AB var spælstýrandi í fyrra hálvleiki, men kortini var tað landsliðsleikarin Peter Madsen, sum legði gestirnar frammum. Áleyparin kom at liggja væl fyri í AB brotsteiginum og kundi lættliga skjóta sítt 14. mál hetta kappingarárið. Eitt vælupplagt AB-lið fekk tó stutt fyri hálvleik javnað vid brotssparki. Seinni hálvleikur var sera undirhaldandi við nógvum royndum á bæði málini, men tó endaði tað við einum ikki heilt uppibornum Brøndbysigri, tá innskifti Thomas Lindrup stutt undan dystarenda tryggjaði Brøndby tey trý stigini.
Brøndby fekk við sigrinum hildið frástøduna til FCK og stevnir nú ímóti meistaraheitinum, sum teir ikki hava vunnið síðan 1998. AB mátti harafturímóti triðja dyst upp í slag fara av vøllinum uttan stig.
OB sendi Vejle á nidurflytingarpláss
Við ósigrinum móti OB er Vejle nú aftur í stórum niðurflytingarvanda. Við Christiani Høgna Jacobsen á vøllinum seinasta hálva tíman tapti Vejle 1-0 móti OB. Ikki heilt óvæntað var tað toppskjúttin í bestu donsku deildini, Kasper Dalgas, sum skeyt málið hjá fjónbúgvunum. OB var sum heild betra liðið, men tó hevði Vejle nakrar naskar royndir á OB-málið. Bestu royndini stóð Christian Høgni fyri, tá hann miðskeiðis í seinna hálvleiki var so óheppin at raka innaru síðu av tvørstongini, so bólturin brast út aftur í spæl. Sostatt hevur føroyski áleyparin enn fyrsta málið í Superliguni til góðar.
Í botndystinum millum Lyngby og Silkeborg vann Silkeborg 5-0 og slapp sær harvið upp um niðurflytingarstrikuna. Dysturin millum AGF og Viborg var eitt satt vónbrot, har hvørki av liðunum sýndi serliga gott fótbóltspæl. Dysturin endaði eisini málleysur, og AGF kundi takka málverjanum fyri tað eina stigið.