Unga ættarliðið hevur tikið við, og í dag giftast Eva úr Dímun, sum hevur fest garðin, og Jógvan Jón Petersen av Sandi. Sandsprestur giftir.
Søgurnar eru nógvar úr Dímun og nýtist ikki at taka tær her, men í dag vóru hópin fólki við Teisatanum, sum skuldu til Dímunar í Brúðleyp. Nakað kom eisini av Sandi, tí brúðgommurin er av Sandi.
So tá ið tyrlan, sum skuldi flyta brúðargestirnar, lendi í Trøðum á Sandi, niðanfyri gomlu sýslumannshúsini hjá Jógvan Winther - Jógvan Uppi í Stovu, nevndur, stóðu 68 væl klæddir brúðargestir klárir at fara í brúðleyp uppi í Dímun - flest øll í føroyskum klæðum.
Tá ið Jóannes í Miðstovuni, ein av fýra bóndum í Trøðum, giftist í 1910 - abbi núverandi bóndan, Jóannes í Miðstovuni - varð øll sýslan boðin og tí sjálvandi eisini Dímunarbóndin. Tá vardi brúðleypið í fleiri dagar og hevði Jóannes biðið um eina tunnu av rom til hátíðarhaldið.
Jóannes dugdi at handfara brennivín, so tá ið gestirnir fóru til húsa aftur, eftir brúðarveitsluna, sum vardi í fleiri dagar, fingu flestu teirra eitt pottamál av rom við aftur til heimferðina - har ímillum eisini Dímunarbóndin.
Um so verður, tá ið tyrlan aftur flytir brúðargestirnar av aftur Dímun í morgin, sigur søgan einki um.
Gestirnir vóru allir sera spentir at koma til hetta forkunnuga stað og gleddust til brúðarveiðsluna saman við nýggja parinum og bóndahjúnunum í Dímun, Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen.
Hiðani úr Trøðum verður ynskt bóndahjúnunum í Dímun hjartaliga til lukku og góða eydnu.
Orð og myndir: Dávur Winther










