BR Leikur í Føroyum hava tað gott

- Hóast BR Leikur bera sama navn og samleika, sum BR Legetøj, hevur húsagangurin ikki beinleiðis ávirkan á handlarnar í SMS og á Hálsi.

 

- BR Leikur í Føroyum hava tað gott!

 

Tað sigur fyritøkan á sínari Facebook-síðu í kvøld, nú tað í dag er komið fram, at Top Toy, sum er móðurfelag hjá danska BR Legetøj og Toy´s "R" Us, fór á húsagang í dag, fríggjadagin 28. desember.

 

- Hesi tíðindi eru vit hørm um, siga tey hjá BR Leikum í Føroyum. Tey leggja aftrat, at hóast BR Leikur í Føroyum bera sama navn og samleika, sum BR Legetøj, so hevur húsagangurin ikki beinleiðis ávirkan á handlarnar í SMS og á Hálsi.

 

BR Leikur er nevniliga eitt føroyskt felag við sjálvstøðugum rakstri.

 

- Vit vilja við hesum boða frá, at handlarnir virka sum áður, og viðskiftafólk okkara kunnu enn sum áður:

* Býta gávur um

* Fáa pening afturgoldnan fyri vøru, sum ikki er brúkt/opna (kvittan krevst)

* Brúka gávukort, sum eru keypt í handlunum í Føroyum

* Keypa fyri BR sparimerkir, sum eru savnað í Føroyum

 

BR Leikur í Føroyum leggja aftrat, at tey í løtuni ikki vita, hvussu framtíðin hjá danska BR Legetøj verður, og møguliga fáa BR Leikur nýtt navn og aðrar veitarar av leikum. Meira kunning verður um hetta seinni.