Brølarin hjá Brown kann gerast dýrur

Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, fær av at vita í bretsku bløðunum í dag. Orsøkin er, at hann tosaði niðrandi um eina kvinnu, sum hann hitti í gjár, men vanlukkutí gloymdi hann, at ein mikrofon, sum hann hevði uppi á sær, stóð frá.

Brown hevur biðið ta 65 ára gomlu einkjuna Gillian Duffy um umbering fyri tey niðrandi orðini, men tað sissar ikki bløðini.

Daily Telegraph skrivar, at dagurin í gjár var ein vanlukkudagur fyri Gordon Brown, og The Guardian brúkar eisini orðið vanlukka um tilburðin. Fleiri fjølmiðlar halda, at tilburðurin í gjár kann kosta Brown og arbeiðaraflokkinum stjórnarvaldið.

Tann fyrsta royndin verður í kvøld, tá Gordon Brown skal í sjónvarpsdyst ímóti avbjóðarunum, David Cameron og Nick Clegg.