Frakland hevur í dag vunnið seg víðari til hálvfinalunar í HM-endaspælinum, sum er í Russlandi. Frakland vann 2-0 á Uruguay, sum leikliga mundi hótta eins nógv. Dropin var eitt málmansdropp frá málverjanum hjá Uruguay.
Tað var ongin munur á liðunum í fyrra hálvleiki. Tað gekk til tíðir hart fyri seg, har serliga onkrir spælarar hjá Uruguay løgdu nógv fyri í tvídystunum. Stóra upplivingin var Kylian Mbappé, sum fleiri ferðir vísti góðan bóltførleika í nógvari ferð. Fimm minuttir fyri hálvleik kemur so hol á.
Miðverjin hjá Real Madrid, Raphael Varane, er hægstur eftir frísparksinnlegg. Hann fær akkurát høvdið á bóltin, sum endar í málinum. Uruguay svara aftur við líknandi møguleika, men Hugo Lloris í franska málinum stórbjargar.
Í seinna hálvleiki royndi Uruguay, sum var uttan stjørnuáleyparan Edinson Cavani, at svara aftur. Tað endaði við, at Antoine Griezmann royndi seg við skoti, sum málverjin nærmast misti í málið. Bólturin gjørdi eitt "knekk" í luftini, men talan er um eitt dropp frá málverjanum.
Við eini leiðslu upp á tvey mál, fór spenningurin eitt sindur úr dystinum. Luis Suarez manglaði ein makkara í álopinum, tí Uruguay megnaði ov sjáldan at hótta franska málið. Frakland er fyrsta landið, sum hevur vunnið seg í hálvfinalurnar.
Í kvøld spæla Brasil og Belgia, men hálvfinalurnar í morgin eru; Ongland-Svøriki og Russland-Kroatia.
Fjórðingsfinala:
Uruguay – Frakland 0-2 (0-1)
0-1 Raphael Varane, 40
0-2 Antoine Griezmann