Tíðliga í morgun vóru tveir menn áfastir í Steinatúni, og tá tað ikki bar politinum til at tosa menninar til rættis, varð gjørt skjótt av. Hvør maðurin fekk eitt spræn av piparsprayi í andlitið, og so var friður.
Annars varð ein maður í nátt skuldsettur fyri herverk. Hann ætlaði sær inn í ein hýrivogn, sum onnur høvdu leigað, og tá ið hann ikki slapp tað, sparkaði hann bilin, sum fekk eina buglu.