Brúktu lasara ímóti Ronaldo

Nakrir viðhaldsmenn hjá Barcelona royndu at blenda Ronaldo við sterkum lasarastrálum undir spanska stórdystinum, sum var sunnudagin

Fótbóltur

Longu tá 12 minuttir vóru farnir av dystinum millum Barcelona og Real Madrid royndu ávísu Barcelona-viðhaldsmennirnir at blenda Ronaldo, tá hann skuldi taka eitt fríspark uttanfyri brotsteigin hjá Barcelona.
Spanska ítróttarblaðið, AS skrivar, at Ronaldo, Pepe, Arbeloa og Casillas vóru raktir av lasarastráluni. Real-málverjin, Iker Casillas fortaldi dómaranum, Undiano Mallenco um lasaran, men dómarin nevndi ikki lasararastrálurnar í síni dystarfrásøgn.
Eric Abidal hjá Barcelona slóg alt upp í glens, og sigur við AS, at spælarnir hjá Barcelona eru somikið skjótir á fótum, at teir megnaðu at renna undan lasarastráluni.
Jorge Valdano, stjóri í Real Madrid segði við spanska ríkissjónvarpið, at hann lastar ikki FC Barcelona, men hann lastar tann ella tey, sum framdu ógerðina.
- Hetta má kannast fyrst og fremst, tí hetta er heilsuskaðiligt. Ronaldo var ikki raktur í eyguni, og tí fekk hann ikki nakran skaða, undirstrikar Valdano.
Fyri stuttum fekk italska felagið, Napoli 15.000 evrur í bót, tí nakrir áskoðarar hjá Napoli brúkti lasara ímóti einum spælara hjá mótstøðuliðnum.
Sambært einum øðrum sponskum ítróttarblaði, Marca høvdu Barcelona-áskoðarnir, sum brúktu lasara skipað seg, áðrenn stórdystin sunnudagin. Teir høvdu gjørt seg út við lasarum, sum eru átta ferðir sterkari, enn loyvt er.
Felix Navy, lækni hjá La Paz sjúkrahúsinum í Madrid sigur, at sterku lasarnir kunnu gera so stóran skaða á eyguni, at tað ber ikki til læknaliga at rætta uppá skaðan aftur.