Í fjør kundu grønlendsk skip fiska 6.700 tons av rækjum undir Eysturgrønlandi, men í sambandi við ein fyrispurning í Landstinginum nú um dagarnar kom fram, at grønlendingar fiskaðu bara fýra prosent av kvotuni. Tað vil siga, at umleið 6.500 tons lupu av kvotuni.
Undir viðgerðini í Landstinginum segði Ane Hansen, landsstýriskvinna í fiskivinnumálum, at kunnu grønlendsk skip ikki fáa meiri burtur úr rækjukvotuni undir Eysturgrønlandi, mugu myndugleikarnir umhugsa at lata skip úr øðrum londum sleppa at fiska kvotuna. Hon vísti á, at talan er um eitt veiðivirði upp á einar 50 milliónir krónur, og at ber ikki til at lata tað liggja. Her skal broyting koma í, segði hon.