FERÐING: - Vit vildu bara finna uppá okkurt skeg og øðrvísi, sigur Andreas Pauli Davidsen úr Miðvági við Portalin.
At tað ikki skortar við hugflogi hjá nøkrum ungum miðvingum, fekst fullgott prógv fyri henda dagin í vikuni.
Andreas Pauli og vinfólk hansara høvdu tosað um at fara sær ein túr á Vatnið Leitisvatn í góðveðrinum við hesum gamla bjargingarbátinum, sum var tøkur til endamálið.
Skjótt varð gjørt av: Tey bóru bátin oman til strandar, fyltu proviant og annað í hann, og síðani varð kósin sett móti økinum Úti í Oyrum við Bøsdalafoss.
Og her gjørdu tey ikki mætari enn at gera sær eitt legupláss, samstundis sum tey umskapaðu bjargingarbátin til eitt tjald.
Ein vágamaður, sum kom har framvið tjaldinum kundi við frøi ásanna, at manningin á bjargingarbátinum hevði hugsað um alt, tá teir løgdu frá landi:
Skuldi tyrlan hjá Atlantsflogi borið eyga við bjargingarbátin á Leitisvatni, so høvdu teir skrivað Camping á takið, soleiðis at eingin misskiljing kom í.
- Haldi, at hetta tjaldið eigur at fáa prísin sum ársins orginalasta uppfinning, sigur vágamaðurin.
Myndir: Sjúrður Poulsen