Í fjør var meirnýtslan hjá landskassanum ikki meiri enn einar 10 milliónir. Tað fortaldi Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá ið hann herfyri var í Grønlandi og greiddu frá búskaparskipanum landsins.
Hann vísir á, at við teimum skipanum, sum nú eru til taks, ber tað nógv betri til at fylgja við, hvussu játtanirnar hjá teimum ymsum almennu stovnunum halda.
Heilt til nú hava embætisfólk og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mest sum verið noydd at gita seg fram til, hvussu nógvur peningur, hvør stovnur brúkti sum árið leið, aftur ímóti teirri játtan, hann hevði.
Tað var ikki fyrrenn endaligur roknskapur varð gjørdir langt aftan á, at veruliga myndin sást.
Men hesi seinastu árini hevur landið brúkt einar 40 milliónir upp á at menna eina nýggja eftirlitsskipan, sum ber við sær, at nú ber tað til, tíma fyri tíma, at fylgja við peninganýtsluni hjá teimum ymsu stovnunum.
Men Jóannes Eidesgaard er sannførdur um, at hóast skipanin hevur kostað 40 milliónir at seta í verk, hevur hon spart landskassanum mangt slíkt.
Endamálið við skipanini er at almenna peninganýtslan skal verða gjøgnumskygd og tað er besta átakið ímóti mutri, umframt hinar fyrimunirnar tað hevur við sær.
Alt hetta hevur ført við sær, at nú gongst tað munandi betri at halda fíggjarlógirnar.
Hesi seinastu árini hava vit hvørt ár sæð, at almennir stovnar hava brúkt milliónir og milliónir ov nógv, sigur Jóannes Eidesgaard.
Okkurt árið er meirnýtslan á fíggjarlógini verið trýstavaðar milliónaupphæddir.
Men í 2009 var meirnýtslan bara 20 milliónir og fyribils uppteljing vísir, at í fjør er meirnýtslan bara 10 milliónir tilsamans.
Tað er eitt frávik upp á tvey promillu av fíggjarlógini.