- Norðborg og Christian í Grótinum hava avlopstíð, og okkum vantar kvotur. Tá vit fiska í Grønlandi eftir avtalu við grønlendsk feløg, er tað fyri at fylla upp í tíðini, tá skipini annars einki hava at fiska.
Tað sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari, nú Norðborg og Christian í Grótinum í tveimum umførum í summar hava roynt eydnuna eftir makreli í grønlendskum sjógvi eftir avtalu við Royal Greenland.
Herfyri komu skipini heim eftir seinnu royndina. Hin fyrra royndin miseydnaðist, tí tað vóru so langar tíðir við ongum fiski. Men, á hesum seinna túrinum bar betur til, og skipini fingu upp í frystilastirnar.
- Á hesum seinna túrinum høvdu skipini góðan fiskiskap í nakrar dagar. Makrelurin er stórur, men hann er eisini bleytur. Umframt frystilastirnar, hevði Norðborg eini 300-400 tons av feskum makreli heim við.
Reiðarin í Klaksvík sigur, at felagið hjá teimum í eini trý ár hevur havt avtalu við grønlendsk reiðarí um makrelfiskiskap í grønlendskum sjógvi.
- Vit hava avlopstíð, og okkum vantar kvotur. Tá vit gera slíkar avtalur við grønlendsk feløg, er tað fyri at fylla upp í tíðini, tá skipini annars einki hava at fiska, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari.