Brúktu 2700 arbeiðstímar á Sandinum

Fyrr í summar var farið undir at gera eina park á Sandinum í Vági. Í dag kann ein staðfesta, at Sandurin broyttur til eitt eden í sól við Vágsfjørð.

Grøna grasfløtan á Sandinum er nú greinað við gøtum og brúm, pyntað við blómum, runnum og trøum. Fyri eystan og vestan eru heyggjar og girðingar, sum geva lívd, soleiðis at vitjandi kunnu njóta løtur antin til gongu ella við eitt av borðunum á Sandinum.

Hædd er haraftrat tikin fyri rørslutarnaðum og tí eru gøturnar gjørdar eftir ávísing frá MBF, umframt at við borðini er pláss gjørt fyri rullistóli.

- Nú summarið fer at halla vóru tað neyvan mong, sum høvdu droymt um, at so nógv fór at verða nátt í summar, skrivar Suðuroyarportalurin.

Fegnast verður samstundis um, at fleiri enn 100 fólk í summar hava brúkt sínar fríløtur á Sandinum – tilsamans fleiri enn 2.700 tímar.

(Mynd: sudurras.fo)