Klaksvík: Tað gekk so væl í Klaksvíkar kommunu í fjør, at skattainntøkan var umleið 15 milliónir krónur hægri, enn roknað varð við, tá árið byrjaði.
Men hóast nógvir pengar komu í kommunukassan, fóru allar krónurnar út aftur beinanvegin, og tí vóru eisini einar 15 milliónir krónur meira brúktar í fjør, enn ætlanin var í fíggjarætlanini fyri árið.
Hetta fekk onkran býráðslim at lyfta peikifingurin, tá býráðsfundur var í Klaksvík týskvøldið.
? Hvat skulu fólk halda, tá vit koma við eini fíggjarætlan, tá árið byrjar, men tað vísur seg, at vit hava brúkt nógv meira pengar, tá árið er liðugt, og stórar flytingar eru gjørdar millum konti, spurdi Rani Nolsøe, sum umboðar Tjóðveldisflokkin í býráðnum.
? Her er talan um, at inntøkur og útreiðslur eru nógv hægri, enn fíggjarætlanin fyri árið er, og tí kann mann av røttum spyrja, um fíggjarætlanin er nakað verd, tá hon verður gjørd, segði hann.
Rani Nolsøe helt, at tað var undrunarvert, at kommunan ikki hevði lagt pengar til síðis í ein grunn til at standa ímóti við.
Býráðið avgjørdi
Jógvan við Keldu var borgarstjóri í Klaksvík í fjør, og hann hevði eina frágreiðing um, hví øll meirinntøkan varð brúkt beinanvegin.
? Hetta var ein tilvitað avgerð hjá undanfarna býráð. Vit vistu ikki, at inntøkurnar fóru at verða so stórar, tá árið byrjaði, men tá vit fingu meira pengar inn, vildi býráðið eisini brúka teir til átrokandi mál í kommununi. Eg legði stóran dent á, at vit høvdu býráðsviðtøkur aftanfyri hesa nýtslu, segði Jógvan við Keldu.
Fyrrverandi borgarstjórin vísti á, at í kreppuárunum vóru íløgur og raktstur hjá kommununi undir stórum trýsti, tí skattainntøkan minkaði so ógvusliga. Hetta gekk millum annað út yvir íløgur og viðlíkahald býnum og ognum hjá kommununi.
? Tí er so stórur tørvur á íløgum, viðlíkahaldi og umvælingum í kommununi, og tá vit í fjør fingu møguleikan at gera meira við býin, gjørdu vit av at gera tað. So her kann ikki tosast um vánaliga stýring, tí hetta var ein tilvitað avgerð hjá undanfarna býráði, segði Jógvan við Keldu.
Fingu nakað fyri pengarnar
Hilmar Danielsen, sum umboðar Kristiliga Fólkaflokkin, helt, at tað var skilagott av býráðnum at hava brúkt meira pengar í farna ári, enn ætlanin var.
? Eg eri av tí sannføring, at tú skalt gera varnar fíggjarætlanir, so tú hevur nakað av geva út við, men kanska er tað ikki gott at vera so langt við síðuna av, sum vit vóru í fjør, segði hann.
? Eg taki ikki undir við vanligari meirnýtslu, men í fjør fingu vit veruliga nakað fyri pengarnar, sum vit brúktu afturat. Við hvørt stinga átrokandi mál seg upp, og tá er gott at kunna loysa tey beinanvegin, segði Hilmar Danielsen, sum fegnaðist um, at ein partur av meirinntøkuni í farna ári varð brúkt til at gjalda skuld fyri.
Karl Heri Joensen úr Sjálvstýrisflokkinum helt, at fíggjarætlanin skal verð neyvari.
? Tað er ikki tekin um gott fíggjaræltanararbeiði, at amboð verða keypt við tøkum peningini ein mánaða inn í nýggja fíggjarárið. Tað hevur tað verið okkurt dømi um, segði hann.
Karl Heri Joensen helt, at býráðið skuldi endurmeta fíggjarætlanina ígjøgnum árið, so hon kundi verið broytt, um tað var neyðugt. Hetta helt Jógvan við Keldu var eitt gott hugskot, men hann legði dent á, at fíggjarætlanin bert er ein ætlan, og at tað kann verða sera trupult at fylgja henni til fulnar.
? Í míni tíð í býráðnum hava vit bæði undir- og yvirmett, tá vit hava gjørt fíggjarætlan, og fer hetta býráðið eisini at gera, segði Jógvan við Keldu.










