Fótbóltur
Dómarin í dystinum millum HB og B36, Lassin Isaksen, kom rættiliga í brennidepilin sunnudagin. Ikki minst kom øði í HB viðhaldsfólkini, tá liðskipari teirra, Rúni Nolsøe, fekk seinna gula kortið.
Tá vit eftir dystin spurdu Lassan um hendingina, var tað ein ógvuliga fáorðaður dómari, sum ikki hevði serligan hug at gera viðmerkingar,
- Hann mótmælti dømingini, og tí fekk hann seinna gula kortið, var einasta viðmerkingin, sum fekst frá Lassanum um hendingina.
Ongar broytingar
Einki er at taka seg aftur í, at lokaluppgerðirnar í høvuðsstaðnum teljast millum størstu dystirnir í landinum. Vit spurdu eisini Lassan, um hetta er nakað sum ávirkar fyrireikingarnar hjá dómaranum til dystin.
- Nei tað haldi eg ikki. Eg royni altíð at vera væl fyri til uppgávurnar. Líka mikið um tað er ein dystur í dreingjadeildini, ella um talan er um dyst millum HB og B36.
- Sjálvandi er kenslan eitt sindur øðrvísi, tá farið verður á sjálvan vøllin, men fyrireikingarnar eru altíð tær somu, sigur dómarin at enda.