15 fólk fingu skaða, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í Ísrael í gjárkvøldið Bilførarin, sum eftir øllum at døma var palestini, bleiv skotin beint aftaná, og ísraelska løgreglan metir tilburðin sum eina yvirgangsatsókn.
Tilburðurin var har vesturi í Jerusalem, og tey flestu, sum fingu skaða, eru ísraelskir hermenn.
Ísraelska útvarpið sigur, at tað vóru eftir øllum at døma vápnað sivilfólk, sum skutu bilføraran.