Brúkti barnavognurin telir við

Sum fyrsti handil í Føroyum, fer Baby & Barnaútgerð í Havn, at gjalda fyri brúktar barnavognar , ið verða sendir vælgerðandi endamáli

barnavognar
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo

Tá fólk keypa sær nýggjan bil, er gamli bilurin ofta ein partur av handlinum, soleiðis at hann tá í ávísan mun er gjaldið fyri nýggja bilin.
Hetta er eitt konsept, sum kanska ikki er so vanligt, tá eitt nú baranvognar verða keyptir, men tað verður so broytt nú.
Baby & Barnaútgerð í Havn hevur nevnliga tikið táttin upp eftir bilhandlarunum, og framyvir verður tað so, at um fólk hava teirra gamla barnavogn við - og hesin framvegis er nýtiligur - tá nýggjur verður keyptur, so verður eitt ávíst gjald latið fyri gamla vongin.
Tað verður tó ikki sum hjá bilhandlarunum, at fólk so eisini kunnu velja, hvørt tey vilja nýta nógvan pening til ein nýggjan bil ella heldur eitt sindur minni til ein gamlan.
Handilin hevur nevnliga gjørt avtalu við føroyskan hjálparfelagsskap, soleiðis at gomlu barnavognarnir framvegis kunnu gera gagn, har materiallu ágóðarnir kanska ikki eru heilt so vanligir, sum teir eru hjá nógvum foreldrum í okkara egna vælferðarsamfelag.