Nú er komið undan kavi, at fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Anthony Eden brúkti rúsevnið amfetamin. Eden var forsætisráðharri í fimmtiárunum. Tað hevur leingi verið alment kent, at Eden brúkti pínulinnandi evni, eftir at hann bleiv lagdur undir skurð fyri gallstein í 1953, og nú er staðfest, at hann brúkti amfetamin í fleiri ár, skriva bretsk bløð. Í 1956 gjørdi Eden av at senda bretskar hermenn til Egyptalands, eftir at Nasser, forseti, hevði tjóðartikið Suez-veitina. Átakið miseydnaðist, og tað hevur leingi verið ein gáta, hvussu tað bar til, at Eden sendi hermenninar avstað. Men kanska var tað amfetaminið, sum ávirkaði hann, skriva bløðini.