Brúkti 170 ára gamlan knív

Jákup Símun Simonsen segði áhugaverda søgu, áðrenn hann saman við borgarstjóranum læt nýggju havnina á Oyrarreingjum upp Eftir at hann hevði hildið stutta røðu á Oyrarreingjum seinnapartin, segði Jákup Símun Simonsen, formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar býráð, hesa søguna, áðrenn hann saman við borgarstjóranum, Heðini Mortensen, skar snórin:

Í 1837 varð bygdin Hvítanes bygd. Niðursetufólkini har komu so at siga øll hiðani av fjørðinum. Tað var Pløyen amtmaður, sum fekk hettar í lag, tí so nógvir bátar settu upp á Hvítanesi, og ov langt var haðani til næstu búsetu. Eitt av teirra serliga góðu evnum var, at teir og teirra eftirkomarar vóru sera góðir smiðir, og ta einu tíðina vóru ikki færri enn fýra smiðjur á Hvítanesi. Har vóru øll amboð virkað til, og enntá gjørdu teir byrsur. Frá mínum forfedrum havi eg ein knív, sum er gjørdur av hvítanessmiðunum, og er tað við tí knívinum, eg fari at skera snórin um eitt bil. Neyvan høvdu teir hugsa sær, tá fyri góðum 170 árum síðani, at ein av teirra knívum skuldu skera snórin til eina nýmótans og framkomna binguhavn á Oyrareingjum, men tað verður veruleiki.