Brúksskyldan økir veiðitrýstið

Vinnunevndin hjá løgtinginum vil ikki, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, fer at luta óbrúktar fiskidagar út, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum. Tað skrivar Kringvarpið á sínari heimasíðu.

Katrin Dahl Jakobsen er forkvinna í Vinnunevndini. Hon sigur við útvarpið, at brúksskyldan fer at økja um veiðutrýstið.

- Vinnunevndin tekur í grundini undir við, at teir, sum hava brúk fyri tí, fáa fleiri fiskidagar heldur enn at aðrir liggja oman á døgunum og selja teir, sigur Katrin Dahl Jakobsen.

Orsakað av, at fiskidagaskipanin er ikki rætt stillað eftir tí, sum fiskastovnarnir tola, er vandi fyri, at veiðitrýstið veksur, um óbrúktir dagar verða lutaðir út seinastu tríggjar mánaðirnar í fiskiárinum.

- Tann váðan vilja vit ikki taka, sigur Katrin Dahl Jakobsen við Kringvarpið.