Brúkiligur svartkalvafiskiskapur

Væntandi er, at flestu ísfiskatrolarar koma inn at landa tíðliga í næstu viku, sum er páskavika.

- Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa fyrst í vikuni sum kemur, og onkur kemur eftir páskir.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at trý partrolarapør nú eru farin at fiska gulllaks, og onkur pør hava longu verið inni og landað.

 

Ein djúpvatnstrolari er farin at partrola eftir upsa. Ein fiskar blálongu, og hinir allir liggja við bryggju.

 

- Fimm trolbátar eru norðan fyri og fiska tosk og hýsu. Fiskiskapurin er brúkiligur, og væntandi koma allir inn at landa fyrst í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og hesi koma helst inn at landa mánadagin. Fiskiskapurin eftir svartkalva hevur verið brúkiligur í seinastuni. Eitt garnaskip fiskar havtasku.