Seks ísfiskalínuskip hava seinastu tíðina fiskað í íslendskum sjógvi. Eitt av hesum skipum landar í Føroyum í dag, og tvey koma heim at landa seinni í hesi vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at skipini, sum fiska í íslendskum sjógvi, hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu.
Umframt ísfiskalínuskipini, fiskar eisini eitt føroyskt frystilínuskip í íslendskum sjógvi í løtuni.
Trý línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, og eitt av hesum landar væntandi í dag - og eitt annað seinni í vikuni. Línuskipini undir Føroyum fáa mest av toski, hýsu, brosmu og longu.
Um útlitini til útróður hesa vikuna, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður fyri tað mesta hampiligt.
- Vit vænta tí nakað av útróðri hesa vikuna, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.