Brúkiligur fiskiskapur í vár

- Hóast vit ikki dríva tað so hart, so hevur fiskiskapurin verið brúkiligur í vár, siga brøðurnir, sum eiga og reka útróðrarbátin Ester.

Brøðurnir, Jens Dam Simonsen og Oddur Simonsen í Sørvági, hava átt og rikið útróðrarbátin Ester síðan 2006.

 

- Hóast vit ikki dríva tað so hart við útróðrinum, so hevur fiskiskapurin í vár verið brúkiligur, siga teir við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Flestu dagarnar í vártíðini lá fiskiskapurin hjá teimum millum 2000 og 2400 pund upp á dagin, og onkran dag høvdu teir minni.

 

- Vit rógva mest út við snellu, og leiðirnar eru mest suður í hav, eitt nú Guttamið og aðrar leiðir, sum bátarnir her á leið vanliga troyta, siga brøðurnir í Sørvági.

 

Teir leggja aftrat, at fiskurin, teir hava fingið, hevur verið stórur og góður toskur, og tað halda teir vera dámligt.