Ítróttarklumman
Tað eru bara eini ráð at taka, tá Starvsnevndin hjá FSF í kvøld skal taka støðu til áheitanina frá KÍ, sum vil hava nýggja málsviðgerð av 2009-útgávuni av føroysku fótbóltsgøluni. Ein gøla, sum hesa ferð snýr seg um flyting av spæliloyvið uttan fyri flytingargluggan.
Higar til hevur Kappingarnevndin ikki verið til at vika. Heldur ikki, hóast tað eftir mest sum metlanga fundin fyri hálvari aðru viku síðani stendur greit, at talan var um ógvuliga prinsipielt mál, har kjakið var bæði langt og drúgt, áðrenn nøkur niðurstøða varð gjørd.
Kappingarnevndin hevur sjálvandi sín fulla rætt til at gera endaligar úrskurðir í málum um spæliloyvi. Men ein rættur er kortini ikki nøkur skylda.
FSF skipaði seg fyri trimum árum síðani við egnari rættarskipan, og er tað nakað, sum er ein skylda, so er tað at røkta hesa rættarskipan og brúka tær styrkir, sum eru innbygdar í hesi.
Tí átti Kappingarnevndin alt fyri eitt at beitt málið á hægri stað, tá tað stóð greitt, at talan her var um ógvuliga prinsipielt mál, sum kann skapa fordømi fyri framtíðina.
At kæruskipanin í dag er avmarkaða, soleiðis at tað ikki eru øll mál, sum kunnu kærast víðari til Aga- og Yvirkærunevnd merkir ikki tað sama, sum at hesar nevndirnar ikki hava nakrar heimildir. Hetta er millum annað gjørt, fyri at mál, sum út frá lógum og fordømum eru klokkuklár, ikki skulu gerast drúgvari, enn gott er.
Arbeiðsorkan hjá hesum nevndum eigur júst at verða brúkt til prinsipiellu málini. Verður skipanin brúkt rætt, so er hon í allar mátar eitt amboð hjá millum annað Kappingarnevndini at staðfesta sínar heimildir, soleiðis at arbeiðið tá verður lættari.
Verður skipanin misnýtt, vil hon í besta føri undirgrava álitið á FSF sum felagsskap.