Brúkið meira pappír

– Tá ið mýtur gerast sannleiki

Jon Hestoy, stjóri á Føroyaprent, svanamerkt prentsmiðja
----

Í seinastu viku var grein eftir Levi Mørk, býráðslimi í Tórshavnar kommunu, at síggja. Býráðslimurin fortelur, at Tórshavnar kommuna nú skal gerast talgild, og í triðja reglubroti stendur: „Sum er, brúkar Tórshavnar kommuna fleiri milliónir av pappíri um árið, og um kommunan gerst meira talgild, slepst undan hesum – og harvið eru vit eisini meira umhvørvisvinarlig sum kommuna.“ Hvat man býráðslimurin byggja hesa útsøgn á? Fakta ella mýtur? Tíverri er sannleikin tann, at tað er ein mýta, at tað at minka pappírsnýtsluna og flyta yvir á alnótina er umhvørvisvinarligt! Veruleikin er beint tvørturímóti.
Felagskapir og virki royna at vísa, hvussu umhvørvisvinarlig tey eru. Ofta uttan at prógv verður ført fyri, at tað tey gera, í veruleikanum er umhvørvisvinarligt. Hugtakið fyri hetta verður á útlendskum kallað Greenwash, ella Grøn-vasking á føroyskum. Hjá summum er hetta ein tilvitað roynd at maknaðarføra seg sum umhvørvisvinarlig, hjá øðrum er manglandi vitan.

ST-tilráðing: Nýtið meira úrdráttir úr træi
Veruleikin um pappír og aðrar vørur úr træi er, at hjá okkum verður einans pappír nýtt frá væl umsitnum skógarbrúkum í Evropa. Umleið 44% av Evropa er í dag skógarvaksið. Seinastu fimm árini er skógarøkið í Evropa vaksið við einum øki, ið næstan er til víddar sum Danmark. ST ræður beinleiðis til, at fleiri vørur úr træi verða nýttar.
Hetta samanborið við tann veruleika, at alnótin í dag er ein tann størsti umhvørvis-syndarin. Hvussu grøn og umhvørvisvinarlig er alnótin, er spurningurin, ið Tórshavnar kommuna átti at spurt, áðrenn pappírið fór beint í pappírskurvina! Bara eitt lítið dømi: Hyggur tú eftir einum filmkutið á alnótini í eitt sekund, so er hetta eitt útlát upp á 0,2 gramm av CO2. Tað ljóðar ikki av nógvum, men hvønn dag verða 2 milliardir filmkut sýnd á YouTube, miðallongdin er 10 sekund. Tað kostar eitt CO2 útlát upp á 4.000 tons um samdøgrið. Bara á YouTube.
Telduservarar um allan heim eru orsøkin til 2 prosent av CO2 útlátinum í heiminum. Tað er sama CO2 útlát, sum tað samlaða útlátið hjá flogfeløgunum. Greenpeace hevur víst á Facebook og Apple sum tvey tey »skitnastu« virkini á umhvørvisøkinum.

At fáa bóðskapin út
Kanska skuldi ein kommuna sum Tórshavnar kommuna heldur spurt: Hvussu fáa vit boðskapin best gjørligt út til allar borgarar í kommununi. Heldur enn hvussu spara vit pengar og grøn-vaska kommununa samstundis. Allar kanningar vísa, at sendir tú fólki eitt pappírs-bræv við postinum, verður hetta lisið, og boðskapurin kemur út. Sendir tú sama tilfar við telduposti, kemur boðskapurin als ikki út til móttakaran á sama hátt. Og hvussu við teimum eldru borgarunum í kommununi? Verða teir, ið ikki eru á alnótini, sleptir upp á fjall?
Vilt tú vita meira um veruleikan um pappír og umhvørvi, so sí millum annað:
www.unece.org/press/pr2010/10tim_p09e.html
www.unece.org/press/pr2010/10tim_p09e.html
www.tryksag.dk