Nú eru jól. Seinastu vikurnar hevur jólastákan, jólapynt, jólatiltøk og jólatónleikur sett dám á okkara samfelag og gerandisdag. Og nú kemur alt í hæddina við sjálvum jólahaldinum, sum er beint fyri framman.
Tað verður stundum funnist at jólahaldinum, at vit gera ov nógv burturúr, at vit krevja ov nógv av okkum og øðrum, og at alt er blivið so handilsligt, at veruliga jólahaldið og jólagleðin druknar í øll hesum.
Men tað er væl upp til okkum sjálvi at gera av, hvussu vit halda jól. Krøvini eru har, jú, og stundum verður nógv kravt og forvæntað, men taka vit ikki sjálvi ábyrgdina av okkara jólahaldið, so er vandi fyri, at vit fáa eini strævin jól.
Okkum nýtist ikki at taka jólini fyri meira, enn tey eru, men hinvegin eru jólini eitt gylt høvi at brúka til nakað meira enn gerandisknoss, skundmiklar máltíðir og sjálvsrøkt.
Á jólum leiða allir vegir heim. Traditiónir, minni og familja hanga óloysiligt saman við okkara jólahaldi, og líkamikið, hvussu okkara støða er hesi jólini, kunnu vit ikki renna undan hesum. At jólatíðin eisini leggur upp til, at vit minnast tey gloymdu, tey einsomu og tey vilstu ger bara, at týdningurin og virði í jólahaldinum veksur.
Sjónleikarin og tónleikari Dale Evans helt fyri, at jólini eru kærleiki í verki. Og vónandi er tað soleiðis hjá okkum, at vit geva menniskjaligan hita rundan um okkum, eru góð við okkum sjálvi og tey rundan um okkum, og njóta løturnar hesa deiligu ársins tíð.
Í hesum jólablaði bjóða vit tykkum samrøður, góð ráð og og siðsøguligt tilfar. Vit hava verið á vitjan hjá landsins leiðara og fingið hann at siga frá, hvussu hann upplivir sín leiklut sum løgmaður, hvør persónligi kostnaðurin er av starvinum, og hvussu hann upplivin ágangin, sum hann ofta er fyri. Vit hava eisini vitja eina familju, sum herfyri mátti fara til Danmarkar við sjúka barninum, sum komandi árini skal hava viðgerð fyri blóðkrabba. Harafturat siga vit søguna um álvarsamar bátsvanlukkur í Norðoyggjum fyri hundrað árum síðani, og vit geva góða ráð til tína jólastákan og jólakeyp.
Við hesum blaði ynskja vit øllum okkara lesarum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár!
Sosialurin