Brúki frítíðina saman við nærmastu familjuni

Tað sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line. Henni dámar at ferðast bæði suður og norð, og heldur, at várið er avgjørt besta og vakrasta árstíðin. Og stendur sjónvarp á skránni, er tað føroyskar sendingar og dokumentarar, hon hyggur at

Hvat er tað besta við starvinum?
Tað er nógv gott við starvinum. Tað, at selja ferðir til Íslands, Føroyar og Danmark á nógvum ymiskum marknaðum, við Norrønu, sum er einasta ferðafólkaskipið á hesi leiðini, er ótrúliga spennandi.

Hvat saknar tú mest í gerandisdegnum?
Eg haldi ikki at eg sakni nakað serligt í gerandisdegnum. Eg burdi og vildi fegin sæð meira til vinir og familju til dagligt, men tað kann eg bara sjálv gera nakað við.

Hvat ger tú i frítíðini?
Eg brúki frítíðina saman við nærmastu familjuni og mínum góðu vinkonum. Mær dámar væl at ferðast, so tað gerið eg sjávlandi eisini.

Hvar dámar tær best at ferðast?
Bæðir suður og norð, til frítíðardepar og til stórbýir, tað velst um hvør árstíðin er og hvørjum eg ferðist saman við.
Tað at koyra umborð á Norrøna og byrja ferðina við at sigla til annaðhvørt Íslands ella Danmark saman við familjuni er tó mín favorittur, eg haldi tað er fantastist bara at verða saman, eta góðan mat, lesa eina bók og sløkkja telefonina ?


Hvat er tað besta, tú fær at eta?
Mær dámar ótrúliga væl fisk og fiska úrdráttir. Annars dámar mær ”næstan” allan mat. Faktist elski eg at eta


Hvat er besti filmur tú hevur sæð?
Eg má siga akkurát sum er, eg havi ongan ”favoritt” film.


Hvør árstíðin er hin besta?
Várið er avgjørt besta og vakrasta árstíðin. Her hugsið er serliga um føroyska várið, sum er ótrúliga vakurt.

Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi?
Fyrst og fremst føroyskum sendingum og dokumentar á serliga DR men mær dámar eisini væl at hyggja eftir enskum og skandinaviskum krimi serium.

Hvussu er títt sinnalag?
Tað kunnu onnur døma um


Fylgir tú væl við í samfelagsviðurskiftunum?
Ja, eg haldi eg fylgi rímiliga væl við


Um tú ikki búði í Føroyum, hvar hevði tú so vilja búð?
Onkustaðni niðri í Evropa í einum stórbýi, kanska London, París ella Amsterdam.


Hvør bók liggur á náttborðinum?

Ein sum liggur á náttborðinum beint nú er ein roman sum eitur ”Blomsternes hemmelig sporg”, av Vanessa Diffenbaugh