Hví tað?
– Tað eru fyrimunir við báðum vøllunum. Tað sigur seg sjálvt, at landsliðið skal eisini spæla í høvuðsstaðnum. Søguliga hava úrslitini verið betri á Svangaskarði, men tað er eingin orsøk at kolldøma Tórsvøll. Umstøðurnar hjá fjølmiðlunum, áskoðarunum og leikarunum eru betri í Havn.
Úrslitini vísa, at landsliðið skal spæla á Toftum. Skal tað ikki raðfestast hægst?
– Jú, men eg vil seta spurnartekin við mótstøðuliðini, sum hava spælt á Svangaskarði. Eg havi ikki sæð Thierry Henry ella Francesco Totti á Toftum. Leisturin hevur verið, at stóru stjørnurnar spæla í Havn, og smærri tjóðirnar spæla á Toftum. Møguleikin at fáa stig hevur altíð verið størri á Svangaskarði. Landsliðið spældi javnt móti Eysturríki, sum eru á nøkunlunda sama støði sum Norðurírland og Litava. Tann dysturin var á Tórsvølli.
Umstøðurnar at spæla fótbólt hjá føroyska liðnum eru betri á Toftum, tí vøllurin er so lítil. Er tað ikki júst tí, at Svangaskarður skal brúkast?
– Vøllurin er minni á Svangaskarði, og tað er ein fyrimunur. Men hinvegin, so vil føroyskur fótbóltur menna seg, at tað er sagt, at føroyingar skulu spæla meira bólt og bjóða mótstøðuliðinum av leikliga. Tað eru møguleikarnir ikki reiðiliga til á Svangaskarði, júst tí, at vøllurin er so lítil, sigur Helgi L. Petersen.









