Brúkarin skal hava rættindi

Í nýggja valuppleggi sínum lovar Javnaðarflokkurin at seta í verk eina brúkaralóg við brúkarastovni og brúkaraumboði at verja brúkaran

 

Javnaðarflokkurin heldur, at áhugamálini hjá føroyska brúkaranum eru ógvuliga illa vard. Og tí heldur hann tað vera alneyðugt at fáa eina brúkaralóg setta í verk.

Í valupplegginum, sum Sosialurin partvís hevur fingið innlit í, lovar Javnaðarflokkurin, at ein brúkaralóg verður sett í verk við brúkarastovni og brúkaraumboði.

Hesi skulu hava sum høvuðsuppgávu at upplýsa, ráðgeva og verja brúkaran móti órætti, eins og tey skulu viðgera øll brúkaramál.