Rúni Nielsen
formaður Unga Tjóðveldisins
?????????????????????????
Tíðum verður havt á lofti, at brúkarin má verjast ímóti hesum og hasum. "Brúkarin er so veikur og skrøbeligur, vit mugu gera alt fyri at verja brúkarin so hann ikki keypir seg í óføri". Hetta er nakað ræðuligt møsn og tvætl.
Høvuðsendamálið við brúkaraverjutaluni er at gera brúkaran til ein klient hjá einum stovni afturat. Nú skulu brúkararáð og brúkararit taka avgerðirnar fyri brúkaran sum skal gerast ómyndugur at taka egnar avgerðir.
Hetta er beinleiðis at stjala frælsi hins einstaki, og at leggja tað í hendurnar á tilvildarliga valdum fólkið, ið eisini - eins og brúkarin - bert eru vanlig menniskju.
Hví lyfta vit altíð samfelagið og stovnar tess upp á hetta óvikaliga sinnissjúka gudastøði, sum skal tað sær av hvørjum mansbarnið? Latið fólk hava frælsi til sjálvi at velja ímillum rangt og rætt á marknaðinum.
Tað er grundleggjandi skeivt at taka hesi rættindi frá fólkið. Tað stríðir ímóti øllum frælsum fólkið gjøgnum øldirnar hevur vunnið sær rætt til.
Brúkarastøðan er sterkasta støðan nakar kann vera í. Tá ert tú dóma yvir røttum og skeivum. Tá er tað tín avgerð ið øll bíða eftir. Tá er tað tú sum ert harri yvir avgerðini.
Vit mugu ikki leggja hesa avgerðir yvir í stovnar til onnur at ambæta. Tí hvat verður tað næsta? Ein løgtingsveljarastovnur?