Brúkarin eigur ongan kærumøguleika

Hóast Brúkaraumboðið nú hevur virkað í eitt ár, er enn eingin verja hjá føroyska brúkaranum, tá hann ella hon halda seg hava verið fyri órætti í sambandi við ein handil. Orsøkin er ikki óvilji frá Brúkaraumboðnum, men at hitt beinið á brúkaraøkinum - ein brúkarakærunevnd - enn manglar.

Brúkaraumboðið hevur nevniliga onga heimild at viðgera brúkarakærur. Brúkaraumboðsmaðurin skal ansa eftir, at handilsfyritøkur gera eftir lógini um marknaðarføring og ikki villeiða brúkarar við skeivum upplýsingum ella ólógligum søluhættum. Men hann kann ikki viðgera kærur frá brúkarum um ítøkilig mál, har ein brúkari kennir seg snýttan.

Í roynd og veru hevur føroyski brúkarin ongan annan møguleika enn at fara í rættin, um hann er ónøgdur við eitt handilskeyp.

Í fyrstu ársfrágreiðingini frá Brúkaraumboðnum, sum júst er útkomin, vísa bæði Hans Pauli Strøm og Bjørt Samuelsen, løgtingsfólk, á tørvin á einari brúkarakærunevnd, har brúkarin fær møguleika at kæra, um hann kennir seg órættaðan av handli ella fyritøku.

Men hóast bæði løgtingsmaðurin úr Javnaðarflokkinum og løgtingskvinnan úr Tjóðveldi eru samd um, at brúk er fyri brúkakærunevnd, og at uppskot hevur verið fyri á tingi um at seta á stovn brúkarakærunevnd, er einki hent. Uppskotið um Brúkarakærunevnd varð felt av samgonguni í hesari tingsetuni

Men tað er heldur ikki bara her, at vit eru afturúrsigld.

Formaðurin í Brúkarasamtakinum, Petur í Gong, vísir eisini á, at ein annar trupulleiki við at koma longur á brúkaraøkinum er, at vit hava eina avoldaða keypilóg, sum við fáum dagføringum stavar heilt afturi frá 1906.

Brúkaraumboðsmaður er Andrass Holm Arge.