Brúkaumboðið metir ikki longur, at talan er um brot á marknaðarføringarlógina, tá ymsu festivalarnir selja atgongumerki langt áðrenn øll skráin er almannakunngjørd.
Tað var í morgunsending í útvarpinum, at spurningurin varð reistur, um tað er í tráð við marknaðarføringarlógina, tá festivalarnir selja atgongumerki langt áðrenn endaliga skráin er kunngjørd. Andras Holm Arge, brúkaraumboð, vísti á, at hetta ikki er í lagi, tí fólk eiga altíð at vita, hvørja vøru tey keypa.
Men festivalarnir vóru skjótir at svara, at tað ber als ikki til at reka festivalvirksemi upp á tann mátan, og at tað er vanligt í hesi vinnu, at festivalurin verður kunngjørdur, áðrenn øll nøvnini eru greið. Tað er festivalin í sær sjálvum, sum fólk í stóran mun keypa við stórum avsláttri fleiri mánaðir frammanundan.
Hetta hevur brúkaraumboðið nú tikið til eftirtektar. Meira kann lesast um málið á heimasíðuni hjá www.bruk.fo