Brúkaraumboðið aftur eftir Smyril Line

Tvær ferðir í summar hevur Smyril Line brotið marknaðarføringslógina. Tað hendir, eftir at Smyril Line hevur lýst við ferðatilboðum, uttan at upplýsa um ómaksgjøld og onnur gjøld, sum kom afturat rísinum fyri sjálvan ferðaseðilin.

Tað er eitt krav, at tað í prísir verða upplýstir fyri eina vøru, skal talan vera um samlaða prísin, írokna mvg, ómaksgjøld og annað.

Fyri hálvum øðrum árum síðani varð klagað um lýsingar frá Smyril Line, har ómaksgjøld ikki vórðu upplýst.

Eftir at Brúkaraumboðið hevði talað at, vórðu lýsingarnar rættaðar, so at tær vóru í samsvari við marknaðarføringslógina.

Men fyri trimum vikum síðani varð Smyril Line kært fyri sama lógarbrot, tí aftur nú varð lýst við ferðatilboðum, har ómaksgjøld ikki vórðu upplýst nóg skilliga. Og aftur hesuferð er niðurstøðan hjá Brúkaraumboðnum, at talan er um brot á lógina.

Smyril Line harmast um støðuna, men sigur, at orsøkin er, at í summarferia er og tí er lýsingin gloppin niðurímillum uttan at verða rættlisin.

Lýsingarnar eru nú rættaðir og tey, sum hava keypt ferðaseðil, eru ikki kravd eftir ómaksgjaldi.