Brúkarastovnur á veg

Áhugamál føroyska brúkarans skulu tryggjast. Hetta heldur Javnaðarflokkurin, sum tíðliga í komandi tingsetu fer at leggja uppskot fyri tingið um nýggjan brúkarastovn. Flokkurin sigur seg hava tikið avleiðingarnar av, at føroyski brúkarin stendur ógvuliga veikur

 

Javnaðarflokkurin vil hava settan á stovn ein brúkarastovn, sum kann tryggja áhugamálini hjá føroyska brúkaranum.

 

Tí setti flokkurin fyri tíð síðani ein arbeiðsbólk at tilevna eitt álit, sum nú er komið so mikið langt, at tað verður latið serkønum løgfrøðingum at orða til lógaruppskot.

 

Hans Pauli Strøm, sum er ein av stigtakarunum til uppskotið, sigur, at tað leingi hevur verið greitt, at føroyski brúkarin stendur ógvuliga veikur. Og eru trupulleikar, stendur hann bæði ráðaleysur og verjuleysur. Tí hevur Javnaðarflokkurin tikið avleiðingarnar og er farin at fyrireika ein brúkarastovn.

 

 

 

Einsamallur brúkari

 

? Føroyski borgarin hevur ongastaðni at fara at fáa hjálp í gerandisligu støðu síni sum brúkari, tá hann heldur seg vera fyri órætti, tá hann hevur hug at kæra og tá orð stendur móti orði millum brúkara og seljara, vísir Hans Pauli Strøm á.

 

Tingmaður Javnaðarfloksins ásannar, at tað sjálvsagt altíð ber til at fara í rættin. Men hetta heldur hann vera alt ov kostnaðarmikið, drúgt og trupult fyri einstaka borgaran.

 

? Tað er ikki hugsingur um hjá tí einstaka brúkaranum at fara rættarvegin í slíkum máli. Tí er brúk fyri einum brúkaraumboðsstovni, sum brúkarin kann venda sær beinleiðis til, og sum kann taka sær av hansara áhugamálum, sigur Hans Pauli Strøm.

 

 

 

Ørðvísi stovnur

 

Men Hans Pauli Strøm ætlar ikki, at føroyski brúkarastovnurin skal vera samlíkur teimum í grannalondunum.

 

? Í hinum norðurlondunum eru brúkaraáhugamál vard av nógvum ymiskum stovnum. Tey hava til dømis Brúkaraumboðsmannin, Brúkarakunningarstovnin, Brúkarastýrið, Brúkarakærunevndir, Brúkararáðið og onnur.

 

? Alt hetta verður ov rúgvusmikið og fløkjasligt hjá okkum. Tí skjóta vit upp, bert at skipa ein einfaldan og liðiligan stovn, sum hóskar til okkara fámenta samfelag og kann røkja flest møguligar av teimum uppgávum, sum í øðrum londum eru spjaddar út á fleiri ymiskar stovnar. Vit skulu hava ein stovn, sum byrjar í smáum, og síðani kann vaksa við uppgávunum, so hvørt tørvurin og undirtøkan økist, sigur Hans Pauli Strøm.

 

Javnaðarflokkurin legði í gjár álit sítt fyri sakførara, sum fer at gera lógaruppskotið um brúkarastovnin klárt at leggja fyri tingið tíðliga í komandi tingsetu.

 

 

 

>>>>>>>>>>>>>>FAKTABOX<<<<<<<<<<<<<

 

Hetta skal brúkarastovnurin gera:

 

 

 

- At upplýsa, ráðgeva og verja brúkaran móti órætti í brúkaraviðurskiftum.

 

- Brúkarastovnurin skal hava førleika og myndugleika at viðgera øll brúkaramál, tilmæla í trætum, royna semju ella kunna fara rættarvegin.

 

- Brúkarastovnurin skal skipa fyri dygdargóðari brúkaraupplýsing, gera prís- og dygdarkanningar, veita góð brúkararáð og virka fyri gjøgnumskygni í samband við marknaðarføring og prísáseting.

 

- Brúkarastovnurin skal virkar fyri góðum samstarvi við vinnuna, so tað kann fremja góð viðurskifti millum brúkarar og seljarar.