Á aðalfundi í Brúkarasamtakinum tann 25. oktobur varð øll nevndin afturvald Nevndin hevur síðani skipað seg við Peturi í Gong sum formanni, Eriku Hayfield sum skrivara og Gunnleivi Dalsgarð sum kassameistara.
Á aðalfundinum varð gongdini í undanfarna tíðarskeiði. Sum vanligt hevur verið, hevur Brúkarasamtakið luttikið í samstarvi millum norðurlendsku brúkarafelagsskapirnir. Hetta samstarv er skipað á tann hátt, at leiðararnir í øllum norðurlendsku brúkarafelagsskapunum hittast til óformelt prát um støðuna á brúkaraøkinum sum heild í øllum norðurlondum. Fyri Brúkarasamtakið er hetta eitt sera gevandi samstarv, men samstundis styðjar hetta uppundir okkara fatan av at vera langt aftanfyri øll hini norðurlondini, tá talan er um brúkaravernd.
Eitt annað stórmál hjá Brúkarasamtakinum er luttøka okkara í arbeiðsbólkinum, ið hevur gjørt uppskot til dagførda Kappingarlóg og uppskot til nýggja Marknaðarføringarlóg. Hetta arbeiði hevur gingið avbera væl, hóast nakað av rumbli stóðst av strikaða Brúkaraumboðsmanninum. Hann kemur ikki við á hesum sinni, men Brúkarasamtakið hevur ikki slept endanum her, og ætlar sær sjálvsagt at strongja á fyri, at alt, ið snýr seg um brúkaravernd, verður savnað á einum stað, sigur Brúkarasamtakið.